Uppgávur hjá Ílegusavninum

 

Ílegusavnið var formliga stovnsett tann 1. juni 2006.

 

Ílegusavnið virkar við heimild í Ll. nr. 62 frá 17. juni 2005 um gransking í mannaílegum (Ílegulógin) – sí nærri um lógina undir rættarreglur.

Sbrt. § 3, stk. 1 er endamálið hjá Ílegusavninum at skipa, byggja upp og fyrisita Vevnaðarskránna, Diagnosuskránna og Ættarbandsskránna og viðgera umsóknir um loyvi til at granska í upplýsingunum í skráunum, herundir at krevja gjald fyri tær veitingar og upplýsingar, sum Ílegusavnið gevur atgongd til. Tískil er Ílegusavnið í høvuðsheitum ikki ein granskingarstovnur, men heldur ein samskipandi eind innan heilsuverkið, ið hevur sum uppgávu at fáa uppbygt nevndu skráir, gera møguligar forkanningar og annars at viðgera umsóknir til at granska í upplýsingunum.

 

Starvsfólk

Guðrið Andorsdóttir, stjóri
T-post: gudrid@biobank.fo
Telefon: +298 30 47 00
Beinleiðis: +298 30 47 01
Fartelefon: +298 59 10 20
Fax: +298 30 47 10

Hildigunn Thomsen, skrivari/samskipari
T-post: hildigunn@biobank.fo
Beinleiðis: +298 30 47 00
Fartelefon: +298 23 30 52

Marjun Olsson, skrivstovufólk
T-post: marol@biobank.fo
Beinleiðis: +298 30 47 07

Bjørt Hvidbro, granskingarhjálparfólk
T-post: bjort@biobank.fo

Magnus Pauli Mørch Poulsen, granskingarhjálparfólk
T-post: magnusp@biobank.fo

Nina Djurhuus, bioanalytikari
T-post: nindj@ls.fo

Gunnrið Jóanesarson, Bioanalytikari
T-post: lsgunjo@ls.fo

Verkætlanin FarGen

Starvsfólk

Fíggjarviðurskifti

Játtanin hjá Ílegusavninum í 2021 er 1,8 mio.kr. Haraftrat umsitur Ílegusavnið játtanina til verkætlanina Fargen uppá 2,8 mió kr.

Meginreglan er at verkætlanir, ið innganga avtalu við Ílegusavnið, skulu rinda Ílegusavninum fyri tænasturnar, ið verða veittar. Ílegusavnið rindar so aftur kliniskum ábyrgdarhavum, starvsstovuni á Landssjúkrahúsinum v.m. fyri tænasturnar, ið tey veita. Um verkætlanir viðføra vitan, ið onkursvegna kann handilsgerast, verður í sambandi við verkætlanir tryggjað, at føroyska heilsuverkið eigur rætt til ein part av møguligum ágóða/virði.

V-tal: 561061
GLN/EAN-nummar: 5797100000898

Rættarreglur

Ílegulógin
Ll. nr. 62 frá 17. mai 2005 um gransking í mannaílegum (Ílegulógin)
Kunngerð um gjøld fyri veitingar og upplýsingar frá Ílegusavninum: Kunngerð nr. 124/2014

Persónsupplýsingarlógin
Ll. nr. 73 frá 08.05.2001 um viðgerð av persónsupplýsingum við seinni broytingum

Heilsulógin
https://logir.fo/Anordning/821-af-22-06-2018-om-ikrafttraeden-for-Faeroerne-af-sundhedsloven

Vísindasiðsemislógin
Nýggja lógin: Anordning nr. 961 frá 15. juli 2013. Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om videnskabsetisk behandling af sundhedsvidenskabelige forskningsprojekter.

Gamla lógin
Anordning nr. 862 af 30. november 1999 om et videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

Búmerki

Búmerki at heinta niður:

Ílegusavnið png

Ílegusavnið pdf