22. juni 2020
Seinasta árið hevur verið arbeitt við verkætlanini “Nútímansgerð av eldri kanning fyri psoriasis”. Talan er um verkætlan hjá Føroya Psoriasisfelag, stuðlað av Sjúkrakassagrunninum. Verkætlanin er framd í tøttum samstarvi við Ílegusavnið, har verkætlanarleiðarin Anna Katrin Matras eisini hevur havt starvsstað. Síðani 2011 hevur verið arbeitt við fleiri verkætlanum innan økið psoriasis og í hesum sambandi eru neyðug loyvir fingin til vega frá Vísindasiðsemisnevndini og Dátaeftirlitinum.
Við støði í sínari gransking hevur Anna Katrin skrivað eina populervísindaliga grein, sum lýsir úrslitini av granskingini.
Fleiri tíðindi
Nýggj teori um arvalag byggir á føroysk data
Fleiri tilburðir av illkynjaðum blóðsjúkum eru í Føroyum enn í øðrum londum. Serliga í...
Gransking í tarmbrunasjúkum
IBD er ein stytting fyri enska heitið Inflammatory Bowel Disease, ið er eitt felagsheiti...
Vegleiðing til Ættarbandsskránna
Saman við Talgildu Føroyum hava vit hava gjørt eitt filmsbrot við einari stuttari...