3. marts 2022

Gransking í tarmbrunasjúkum

IBD er ein stytting fyri enska heitið Inflammatory Bowel Disease, ið er eitt felagsheiti fyri kronisku tarmbrunasjúkurnar Crohns Disease og Ulcerosa Colitis.

Føroyska IBD-granskingarverkætlanin er eitt samstarv ímillum føroysku stovnarnar; Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið, Fargen og Ílegusavnið, ið hevur sett sær fyri at kanna, hví heimsins hægsti títtleiki av tarmbrunasjúklingum er at finna í Føroyum. Granskingin var tann fyrsta, ið nágreiniliga hugdi at lutfallinum av tarmbakteriubólkum, eisini nevnt mikrobiomið, hjá IBD-sjúklingum sammett við frískar føroyingar, og varð løgd til rættis soleiðis, at vit fingu ein tvørskurð av føroyska mikrobiominum. Marjun á Fríðriksmørk Berbisá varð tilknýtt IBD-verkætlanararbeiðinum í samband við kandidatútbúgving frá Aarhus Universitet, við Amandu Vang sum verkætlanarvegleiðara frá Fróðskaparsetrinum, og hevur gjørt alt kanningararbeiðið í starvstovunum hjá iNOVA í Tórshavn. Luttakararnir umboðaðu øll økini í landinum, eitt breitt aldursbýti, javnt kynsbýti, javnt býti av nýggjum og gomlum Ulcerative Colitis (UC)-sjúklingum osfr. Hetta tryggjar dygdargóð úrslit, ið kunnu sammetast við tey hjá líknandi verkætlanum aðrastaðni í heiminum.

Altjóða gransking hevur staðfest, at mikrobiomið í tarminum hevur alstóra ávirkan á okkara heilsustøðu. Tískil er tað av stórum týdningi, at vit nú hava fingið kunnleika til, hvussu mikrobiomið hjá føroyingum eru samansett. Samstørv ímillum fleiri viðurkendar granskingarstovnar hava ferð eftir ferð víst, at tarmbrunasjúklingar missa fjølbroytni í mikrobiominum sammet við frísk. Tískil var hetta eisini tann niðurstøðan, ið vit væntaðu okkum. Men nú er greitt, at úrslitið, sum fyriliggur, bleiv øðrvísi. Úrslitið er sera forvitnisligt og stimbrar sjálvsagt áhugan fyri áhaldandi gransking á økinum, so ymsar hypotesur kunnu verða nágreinaðar.

Vit hava staðfest, at mikrobiomið hjá frískum føroyingum ikki er øðrvísi enn tað hjá føroyingum við UC, – hvørki viðvíkjandi fjølbroytni ella nøgd av smáverum. Men hyggja vit nágreiniliga eftir flokkingareindunum, finna vit møguligar indikator-smáverur, ið eru hækkandi ella lækkandi hjá UC-sjúklingum sammett við frísk. Ein møgulig indikator-smávera er ein bakteria í flokkingareindini Verrucomicrobia, sum eitur Akkarmansia. Hon er sera týðandi fyri viðlíkahald av sunnum og mótstøðuførum tarmum, men hjá forholdsvís stórum parti av luttakarunum er Akkarmansia ikki at finna. Hetta sæst hjá 42% av UC-sjúklingum og 23% av frísku luttakarunum.

Tað er umráðandi at hava í huga, at úrslitið eru ein tvørskurður. Nágreinilig gransking krevst fyri at staðfesta, um møguligu indikator-smáverurnar kunnu nýtast sum amboð fyri sjúkugreining ella persónligari sjúkuviðgerð í framtíðini. Um fígging fæst til vega, er ætlanin at halda fram við hesum arbeiði, har vit hyggja at mikrobiominum hjá føroyingum við IBD, áðrenn tey byrja uppá heilivágsviðgerð sammett við tríggjar og seks mánaðir eftir, at viðgerðin er byrjað.

Vísindalig grein um kanningarúrslitini er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Inflammatory Bowel Diseases, sum er eitt viðurkent amerikanskt tíðarrit hjá American Crohns and Colitis Foundation, og kann lesast her

Arbeiðið varð fíggjað av:

Gransingarráðnum í 2019: Verkætlanin, Eyðmerking av bakteriellari ójavnvág, sum orsøk til høga føroyska váðan fyri  tarmbrunasjúku, til Amandu Vang, PhD. adjungeraður adjunktur, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetrið.

Novo Nordis Fonden: Latin til Johan Burisch MD, PhD, Herlev Hospital, serlækni innan gastroenterologi við serkunnleika innan IBD og góður samstarvspartnari hjá føroyska IBD granskingarbólkinum.

Sjúkrakassagrunnurin frá 2017 til 2020: Amanda Vang var sett í eitt 3-ára vísindastarv sum adjunktur í heilsuvísindum undir Høvðusøki 3.

Fleiri tíðindi

Ættarbandsskráin í menning

Í dag er ein mánaður síðani, at Ættarbandsskráin gjørdist tøk á Vanganum hjá Talgildu...