Skráirnar
Ílegusavnið hevur 3 skráir um hendi
Uppbyggingin fer í høvuðsheitum fram á fylgjandi hátt.
Ættarbandsskráin
Ættarbandsskráin, sum er eitt ættartræ yvir føroyingar, fevnir um tíðarskeiðið frá umleið ár 1650 til í dag. Ættarbandsskráin verður gjørd í samstarvi við Tjóðskjalasavnið. Skrásetingararbeiðið byggir á keldur, so sum ministerialbøkur (Kirkjubøkur), Landsfólkayvirlitið, fólkateljingar v.m.
Allir Føroyingar, sum hava livað og búgva í Føroyum i dag eru skrásettir. Tað hevur eisini borið til at skráseta fólk, sum eru fødd í 1100 talinum og tilsamans eru 149.000 fólk skrásett. Nógv spennandi er at finna í skránni, millum annað eru so at siga øll í familju við ein mann, og ein kvinna, sum átti sítt fyrsta barn í 1880, hevur í dag 3.474 eftirkomarar.
Tað er Ílegusavnið, sum umsitur Ættarbandsskránna og viðger umsóknir um at granska í upplýsingum í henni. Ættarbandsskráin er eitt hent amboð til ílegugransking, tá talan er um arviliga sjúku.
Hoyr meira um Ættarbandsskránna í samrøðu við Guðrið Andorsdóttir, stjóra á Ílegusavninum. Samrøðan er frá sendingini, Vitan, hjá KVF frá 18. juli 2017.
Greinin “Øll vilja síggja Ættarbandsskránna” og “Ættarbandsskráin ein síðuvinningur frá ílegugransking” – Sosialinum, 13. nov. 2020
Greinin “Ein Ættarbandsskrá í heimsflokki, Sosialurin 13. nov. 2020
Diagnosuskráin
Uppbyggingin av Diagnosuskránni vil verða tengd at einstøkum forkanningum/verkætlanum. og ikki eina heildarflyting av diagnosum og ikki fleiri upplýsingar enn neyðugt er. Diagnosuskráin er ein skrá av diagnosum, sum heilsuverkið hevur diagnostiserað. Heilsuverkið er at skilja sum: Sjúkrahús, kommunulæknar, apoteksverið og tannlæknar.
Áhugaverdar forkanningar vilja so kunna viðføra, at Ílegusavnið inngongur víðari sáttmála við granskingarfyritøkur v.m. um gransking. Tá verður neyðugt at fáa til vega vevnað frá nærri útvaldum persónum.
Vevnaðarskráin
Uppbyggingin av Vevnaðarskránni vil verða tengd at einstøkum verkætlanum og tá fólk vilja lata prøvar til framtíðar granskingarendamál. Talan kann bæði verða um at taka blóðroynd ella brúka vevnað, ið longu er í savninum hjá heilsuverkinum.
Í sambandi við forkanningar/verkætlanir skal tað í heilsuverkinum verða ein kliniskur ábygdarhavi. Ein kliniskur ábyrgdarhavi er eitt heilsustarvsfólk, við løggilding, ið hevur tilknýti til tað føroyska heilsuverkið. Heilsuverkið fevnir um sjúkrahús, kommunulæknar, apoteksverkið, tannlæknar og serlæknar. Uppgávan hjá kliniska ábyrgdarhavanum er m.a. at tryggja rættleikan á diagnosum, ið verða veittar Ílegusavninum, umframt at veita kunnað samtykki til fólk, ið lata vevnað til granskingarverkætlanir.
Áhugaverdar forkanningar vilja so kunna viðføra, at Ílegusavnið inngongur víðari sáttmála við granskingarfyritøkur v.m. um gransking. Tá verður neyðugt at fáa til vega vevnað frá nærri útvaldum persónum.