Ílegugransking
Ílegugransking – ættarfrøðiligi hátturin
Fólkið, ið býr í Føroyum, verður mett at verða lutfalsliga einsháttað í sínum íleguuppruna (genetics isolate), tá talan er um arvaligar eginleikar, við tað, at fólkið í høvuðsheitum stavar frá nøkrum fáum landnámsmonnum í 9. øld. Føroyingar verða tí hildnir at hóska væl til ílegugransking.
Fólkatalið er síðani tá vaksið uttan stórvegis ávirkan uttanífrá. Hartil er at siga, at ættarupplýsingar um føroyingar eru lutfalsliga fullfíggjaðar í fleiri hundrað ár sammett við onnur lond, av tí at kirkjubøkur, fólkateljingar, jarðarbøkur og aðrar skrivligar keldur finnast.
Harumframt hevur skrásetingin av sjúkum og sjúklingum verið góð gjøgnum tíðina. Av hesum orsøkum munnu Føroyar vera áhugaverdar hjá bæði almennum granskingarstovnum og privatum fyritøkum, ið takast við ílegugransking, við ættarfrøði sum grundarlagi.
Ein umráðandi partur av tilfeinginum, sum nýtast skal, tá talan er um ílegugransking, ið er tengd at ættartrænum, er diagnosurnar, sum longu finnast í tí føroyska heilsuverkinum. Diagnosurnar eru gjørdar í mong ár, við tað, at tað føroyska samfelagið hevur goldið fyri eitt heilsuverk, soleiðis at læknar og onnur hava arbeitt, og diagnosur eru gjørdar og goymdar. Hildið verður tí, at tað er hóskandi og skilagott at tryggja heilsuverkinum samsýning fyri ómaking og rætt til part av møguligum ágóðum av rættindum, ið kunnu hava handilsligt virði.
Endamálið við Ílegusavninum er at menna eina vevnaðarskrá og nýta hetta tilfongið saman við diagnosum og ættarbandsupplýsingum við tí endamálið at gera uppdagingar av samspælinum millum íleguarv, umhvørvisárin og sjúkumenning. Hesar kanningar kunnu so væntandi verða við til at økja um fatanina av orsøkum til bæði vanligar og serligar sjúku og vónandi viðføra betri sjúkustaðfestingarhættir, fyribyrgingar framferðir og viðgerðir fyri slíkar sjúkur.
CTD kanning
Hvussu verður kannað fyri CTD?