Atgongd til at granska
Gransking
Tá ið talan er um ílegugransking ber til at fáa atgongd til pseudoanonymiseraðar dátur úr skráunum. Til hetta krevst:
- Sáttmáli við Ílegusavnið
- Kliniskur ábyrgdahavi (Heilsustarvsfólk við løggilding, ið hevur tilknýti til tað føroyska heilsuverkið)
- Góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini (tó ikki til registarakanningar)
- Fráboðan til Dátueftirlitið (galdandi til 31. desember 2020)
- Váttan at krøv í Dátuverndarlógini eru uppfilgt (kemur í gildið 1. januar 2020)
Til ber at samstarva við Ílegusavnið bæði um íleguverkætlanir, epidemiologiskar verkætlanir o.s.fr.
Ílegusavnið samstarvar við bæði akademiskar og handilsligar eindir, royndar granskarar eins væl og lesandi (lækna, biomedicin, lívfrøði o.s.fr.)
Setið tykkum í samband við okkum fyri at frætta nærri um møguligt samstarv og møguleikar. Vit svara millum kl. 9 og 15.
Guðrið Andorsdóttir, stjóri
T-post: gudrid@biobank.gov.fo
Telefon: +298 30 47 00
Beinleiðis telefon: +298 30 47 01
Fartelefon: +298 59 10 20
Fax: +298 30 47 05