Atgongd

Atgongd til dátur

Ílegusavnið er tann føroyski Biobankin, sum umsitur upplýsingar um blóðroyndir, vevnaðarroyndir, staðfestar sjúkur og ættarbond hjá føroyingum.

Við Samleikanum fáa øll, sum er fylt 18 ár og hava p-tal, atgongd til dátur skrásettar um seg umvegis Vangan hjá Talgildu Føroyum. Enn er bara Ættarbandsskráin tøk á Vanganum, men ætlanin er, at hinar skráinar eisini skulu verða tøkar á Vanganum.

Vangin

Vangin er tænasta frá Talgildu Føroyum, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum og kommunum eru savnaðar. Vangin ger tað lættari, skjótari og tryggari hjá tær at avgeiða egin viðurskifti. Á Vanganum fært tú atgongd til dátur, sum Ílegusavnið hevur skrásett um teg.

Við Samleikanum fært tú atgongd til Vangan hjá Talgildu Føroyum.

Samleikin

Við Samleikanum fært tú eina trygga, einfalda skipan, sum gevur tær møguleika at brúka ein og sama hátt at rita inn við.

Samleikin fæst sum app til telefon og teldil, ella sum geymi til teldu.

Øll, sum eru fylt 15 ár og hava p-tal, kunnu fáa Samleikan. Fá vegleiðing, hvussu tú fært Samleikan her

Sjálvgreiðsla

Bílegg samleikan

Far inn á vangan