26. oktober 2020
Í morgin týsdagin 27. november verða Samleikin og Vangin alment tikin í nýtslu.
Ílegusavnið er ein av tænastuveitarunum á Vanganum. Vangin er ein tænastuportalur, har borgaratænastur í fyrsta umfari hjá almennum stovnum og kommunum verða savnaðar. Vangin er persónligur, og á Vanganum fær borgarin atgongd til sjálvgreiðslur av ymsum slagi og innlit í sínar dátur.
Eins og Talgildu Føroyar byrja í stigum, fara vit eisini stigvíst í gongd, og vit byrja við Ættarbandsskránni, sum er tøk á Vanganum.
Allir Føroyingar, sum hava livað og búgva í Føroyum i dag eru skrásettir í Ættarbandsskránni. Tað hevur eisini borið til at skráseta fólk, sum eru fødd í 1100 talinum og tilsamans eru 149.000 fólk skrásett. Nógv spennandi er at finna í skránni, millum annað eru so at siga øll í familju við ein mann, og ein kvinna, sum átti sítt fyrsta barn í 1880, hevur í dag 3.474 eftirkomarar.
Á Vanganum kann borgarin síggja sínar egnu ætt í beinari linju aftureftir, kortini ber bert til at síggja nøvn á teimum, sum eru eldri enn 100 ár.
Ættarbandsskráin verður gjørd í samstarvi við Tjóðskjalasavnið. Hon er eitt ættartræ yvir føroyingar, sum fevnir um tíðarskeiðið frá umleið ár 1650 til í dag. Skrásetingararbeiðið byggir á keldur, so sum ministerialbøkur (Kirkjubøkur), Landsfólkayvirlitið, fólkateljingar o.a.
Ættarbandsskráin er tíverri ikki rættlisin, og tí kunnu feilir og manglar koma fyri. Tað ber til at koma við rættingum til Ættarbandsskránna. Rættingar skulu fráboðast umvegis fráboðanarskipan inni á ættartrænum, sum er gjørd til endamálið. Allar fráboðanir krevja skjalprógv og Tjóðskjalasavnið tekur sær av fráboðanum.
Okkara næsta stig á Vanganum verður FarGen verkætlanin, og síðani koma eisini aðrar verkætlanir so við og við.
Fleiri tíðindi
Nýggj teori um arvalag byggir á føroysk data
Fleiri tilburðir av illkynjaðum blóðsjúkum eru í Føroyum enn í øðrum londum. Serliga í...
Gransking í tarmbrunasjúkum
IBD er ein stytting fyri enska heitið Inflammatory Bowel Disease, ið er eitt felagsheiti...
Vegleiðing til Ættarbandsskránna
Saman við Talgildu Føroyum hava vit hava gjørt eitt filmsbrot við einari stuttari...