Um ílegugransking
Fleiri siðfrøðiligar tvístøður
Tað danska Etiske Råd hevur ávegis í arbeiðinum við genom-kanningum kjakast um fleiri heildarmál, ið Ráðið metir eru sera aktuell, men vegna tíðartrot hevur Ráðið ikki kunna farið í dýpdina við tí. Hetta umfatar t.d.:
Varveitan av, ræðisrætt yvir og atgongd til genom-dátur
Genom-kanningar seta fleiri ella sterkari spurningar viðvíkjandi m.a. atgongd til genom-upplýsingar fyri t.d. tryggingarfeløg og arbeiðsgevarar, ognarrætt til privatar genom-dátugrunnar og DNA-tjóvarí. Tað er eisini ógreitt, um núverandi bygnaðurin fyri alment fíggjaðar biobankar tryggjar ta neyðugu raðfestingina av tí tilfeingi, ið biobankin ger. Tí verða siðfrøðiligir spurningar um rættvísa raðfesting, sjálvsavgerðarrætt, virðing fyri rættinum til ikki at vita og virðing fyri rættinum til privatlív reistir.
Undantaksloyvi frá samtykki til luttøku í genom-gransking
Tá ið upplýsingar og vevnaður frá eldri biobankum verða nýtt, kunnu granskarar verða noyddir til at upplýsa royndarpersónunum um finningar av sjúkuílegum, hóast royndarpersónarnir, tá ið teir játtaðu at luttaka, og møguliga til afturmeldan, ikki kunnu hava kent til ílegulæru ella til uppíblandanina av afturmeldingum um arvaligar sjúkur. Virðingin fyri rættinum til ikki at vita hjá royndarpersóninum og familju hansara kann tí brótast.
Gransking í skráum
Gransking í skráum, sum bert er grunda á genetiskar dátur (ikki-biologiskt tilfar) er undantikin fráboðan til vísindasiðsemska góðkenning, hóast tílíkar dátur kunnu avdúka arviligar sjúkur hjá royndarpersónunum. Tílíkar upplýsingar skulu í nøkrum førum fráboðast við atliti til rættin hjá royndarpersóninum til innlit í møguligar lívbjargandi upplýsingar. Tørvurin á hesum verður tískil vanliga mettur í sambandi við vísindasiðsemska viðgerð.
Gransking í anonymum tilfari
Gransking í anonymum tilfari bleiv við atliti til effektivitet frítikin fyri vísindasiðsemska góðkenning í 2011. Kanningar vísa í løtuni á, at menningin innanfyri genom-sekventering økir um vandan fyri at anonymiteturin kann brótast. Anonymitetur sæst traditionelt sum ein fundamentalur rættur fyri royndarpersónar, ið skal tryggja virðingina fyri rættinum til privatlív.
Ráðið heitir á viðkomandi politikarar og myndugleikar um at gáa eftir teimum siðfrøðiligu tvístøðum, ið kunnu standast av hesum.
Ílegur og sjúkur
Genomið hjá menniskjum er samansett av DNA, sum er skipað í 46 kromosom, harav 23 eru frá hvørjum av okkara foreldrum.
Rætturin til ikki-vitan
Um læknin av tilvild hevur funnið út av onkrum, hevur hann ikki havt møguleika til at fáa sjúklingin at taka støðu til, um…
Privatlívs friðurin
Spurningurin um hvussu genomkanningar kunnu avbjóða virðingina fyri privatlívi hjá tí kannaða, er viðkomandi í…
Hvat er ein genomkanning
Genomkanningar eru kanningar, har tað verða útvegaðar dátur um stórar partar av arvamassanum, tað vil siga genomið…
Tíðarlinja
– frá traditiónsríkum íleguroyndum til genom-sekventeringar. Tær fyrstu genetisku royndirnar sóu dagsins ljós mitt í…
Dømi um genom-vitan
Vitanin, ið genom-royndir møguliga kunnu útvega, kann býtast upp í tveir bólkar av heilsuviðkomandi kunning, ið vísa…