2. juni 2020

Ílegusavnið – ein av tænastuveitarunum í Talgildu Føroyum

Ílegusavnið hevur gjørt av at knýta seg upp í Talgildu Føroyar. Hetta merkir, at Ílegusavnið er ein av tænastuveitarunum, sum eru við á Vanganum.

Vangin er ein tænastuportalur, har borgaratænastur í fyrsta umfari hjá almennum stovnum og kommunum verða savnaðar. Harvið verður lættari, skjótari og tryggari hjá borgarum at samskifta við okkum. Vangin er persónligur, og á Vanganum fær borgarin atgongd til sjálvgreiðslur av ymsum slagi og innlit í sínar dátur.

Á Vanganum verður møguleiki fyri at samskifta talgilt við tað almenna á einum staði. Orsøkin til, at vit vilja gerast partur av Talgildu Føroyum, er, at hetta er ein góður máti at veita borgarunum eina góða og skjóta tænastu.

Eins og Talgildu Føroyar byrja í stigum, fara vit eisini stigvíst í gongd, og vit byrja við Ættarbandsskránni, sum er tøk á Vanganum.

Ættarbandsskráin verður gjørd í samstarvi við Tjóðskjalasavnið. Hon er eitt ættartræ yvir føroyingar, sum fevnir um tíðarskeiðið frá umleið ár 1650 til í dag. Skrásetingararbeiðið byggir á keldur, so sum ministerialbøkur (Kirkjubøkur), Landsfólkayvirlitið, fólkateljingar o.a.

Á Vanganum kann borgarin síggja sínar egnu ættfedrar í beinari linju aftureftir, kortini ber bert til at síggja nøvn á teimum, sum eru eldri enn 100 ár.

Ættarbandsskráin er tíverri ikki rættlisin, og tí kunnu villur og manglar koma fyri. Tað ber til at koma við rættingum til Ættarbandsskránna. Rættingar skulu sendast Tjóðskjalasavninum umvegis fráboðanarskipanina, sum er gjørd til endamálið. Allar fráboðanir krevja skjalprógv.

Talgildu Føroyar verða stigvíst settar í verk. Harvið  verður møguligt at eftirmeta loysnirnar og at gera ábøtur, um tað vísir seg at verða neyðugt. Skipanin tryggjar, at loysnirnar eru so góðar sum til ber, tá ið allir føroyingar í heyst taka Samleikan og Vangan í nýtslu.

Okkara næsta stig á Vanganum verður FarGen verkætlanin, og síðani koma eisini aðrar verkætlanir so við og við.

Fleiri tíðindi