27. oktober 2020

Kollvelting í tænastuni hjá almennu Føroyum

Ein sonn kollvelting innan almenna tænastu byrjar í dag, tá føroyingar á fyrsta sinni sleppa at brúka talgilda samleika sín. Við Samleikanum hevur tú eyðmerking, innritan og undirskrift savnað saman á telefonini. Tíðin fer frá undirskriftum á pappír og skannaðum skjølum. Harafturat kemur ein opinleiki á heilt nýggjum støði við felags portalinum Vangin, har hvør einstakur kann síggja upplýsingar um seg sjálvan.

Sjey stovnar eru við í sjálvari byrjanini til hetta nýbrot. Okkara tænastur eru savnaðar á felags portalinum, sum nevnist Vangin. Her eru Akstovan, Almannaverkið, Taks, Studni, Ílegusavnið, Umhvørvisstovan og Tórshavnar kommuna at finna. Tá tú hevur skrásett tín Samleika og rita inn á Vangan, kanst tú eitt nú søkja um byggiloyvi ella  fólkapensjón uttan at prenta út skjøl og skanna innaftur. Hetta, at vit lætta almikið um samskiftið, er fyrra helvt av nýbrotinum.

Hin helvtin er ikki minni týðandi. Á Vanganum fáa føroyingar nú atgongd til at síggja upplýsingar, ið eru skrásettar um ein sjálvan og fáa yvirlit yvir síni viðurskifti við stovnar og kommunur.

Á Vanganum ber eitt nú til at síggja, hvørjar upplýsingar Landsfólkayvirlitið ella Studni hava um teg. Eisini fært tú atgongd til títt ættartræ heilt aftur til 1600 talið.

Týdningarmikið er at undirstrika, at hóast tú bara skalt inn á eina síðu – Vangan – at finna tínar upplýsingar, merkir hetta ikki, at upplýsingar verða samkoyrdar ímillum stovnar ella savnaðir allir á einum stað. Bara tú hevur atgongd til tín Vanga, har allar upplýsingar síggjast – stovnar og kommunur síggja bara tann partin, teir hava inni hjá sær.

Nógv orka er løgd í, at allar tænasturnar eru brúkaravinaligar. Snið og funkur ganga aftur, so tú skalt kenna teg aftur uttan mun til, hvørja tænastu, tú avgreiður.

Vit sjey stovnar, sum frá í dag eru at finna á Vanganum, eru ernir av at vera við til hetta lopið, vit saman við Talgildu Føroyum gera í dag, og síggja fram til at bjóða øllum føroyingum at royna hesa kollveltandi tænastubetring.

  1. oktober 2020

Akstovan, Almannaverkið, Ílegusavnið, Studni, TAKS, Tórshavnar Kommuna og Umhvørvisstovan

Fleiri tíðindi