6. marts 2020

Nordic Biobank Forum 2020

Ílegusavnið vertur fyri Nordic Biobank Forum 2020

Fakfólk frá biobankum úr Finnlandi, Svøríki, Noregi og Danmark vitjaðu í Føroyum í døgunum 3. og 4. mars í sambandi við, at Ílegusavnið var vertur fyri tiltakinum Nordic Biobank Forum 2020. Hetta er níggjundi ferð, at hetta forumið verður hildið.

Nordic Biobank Forum er eitt netverksforum har norðurlendskir biobankar møtast og viðgera aktuell evni innan biobanka virksemið. Ílegusavnið er við í hesum foruminum fyri at tryggja, at okkara virksemið er á hædd við lond rundan um okkum.

Guðrið Andorsdóttir stjóri í Ílegusavninum bjóðaði vælkomin, umframt at hon hevði eina framløgu um Ílegusavnið. Pál Weihe, professari, sum hevur verið við frá byrjan í sambandi við biobanka virksemi í Føroyum, setti dagarnar, har hann hugleiddi um gongdina í Føroyum frá 1990 til 2016, tá ið verkætlanin FarGen hjá Ílegusavninum fór í gongd.

Evnið, sum hevði størsta áhugan í ár, var akkreditering og sertifisering og luttakarnir løgdu fram um teirra royndir á hesum økinum. ISO-20387, sum er ein standardur fyri biobankar, fekk serliga nógva umrøðu.

Tað hava verið tveir góðir dagar og tað er gott at møta fakfólki úr okkara grannalondum. Hetta forumið gevur okkum møguleika at netverka og leggur lunnar undir møgulig samstørv. Tað er mennandi at hoyra um royndirnar hjá hinum biobankunum og tað er ein góð vegleiðing hjá Ílegusavninum, nú okkara mál eisini er at fylgja ISO-20387 standardinum.

Uttan stuðlar høvdu vit ikki kunna verið vertur fyri hesum foruminum og tí nýta vit høvið at takka stuðlunum: Atlantic Airways, BankNordik, Borg, Betri, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Elektron, KT-húsinum, Magn og Tórshavnar kommunu.

Fleiri tíðindi