4. april 2018
Søkt verður eftir ph.d-lesandi til epidemiologiska verkætlan innan krabbamein at byrja 1. september 2018 ella eftir nærri avtalu.
Um verkætlanina
Verkætlanin hevur til endamáls at lýsa krabbamein í Føroyum bæði yvirskipað, men eisini í smálutum, eitt nú at kanna samband millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina og hvussu krabbamein tyrpist innan familjur. Sum grundkelda til hesa verkætlan, verður gagnnýtt bæði ættarbandsskráin og tann serstaka krabbameinsskráin, har skrásettir eru tilburðir av krabbameini í Føroyum heilt aftur til 1960. Talan er um einastandandi møguleika at gagnnýta tilfar, sum longu finst í Føroyum. Hetta er fyrsta stig í eini størri ætlan um at menna gransking innan krabbamein í Føroyum og at fáa eina savnandi granskingarstrategi innan hetta økið. Hendan verkætlan fer at slóða veg fyri komandi verkætlanum, tí skráirnar verða gjørdar meira brúkbarar og verða valideraðar í hesi verkætlan. Umframt ta sjálvsøgdu vitan um krabbamein, ið tørvur er á við atlit til at leggja ætlanir og fyribyrgja, fer granskingarverkætlanin at viðføra økta vitan, sum fer at føra við sær heilsufyrimunir fyri fólkið, tá ið tað snýr seg um viðgerð og heilsufremjan.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið og er fíggjað av Krabbameinsfelagnum, Team Rynkeby Grunninum og Sjúkrakassagrunninum.
Starvið
Talan er um 3 ára ph.d-lestur. Ph.d-studenturin verður innskrivaður á Fróðskaparsetri Føroya sambært Kunngerð nr. 63 frá 24. mai 2016 um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya ph.d kunngerðin. Ph.d-lesturin fer at innibera skeið á 30 ECTS, ið fyri størsta partin verða tikin aðrastaðni enn í Føroyum, einahelst í Danmark. Tann ph.d-lesandi skal arbeiða við dátainnsavnan, validering av dáta og hagfrøðiliga arbeiða við krabbameinsskránni til greinan av umráðnum.
Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, lektarar á Fróðskaparsetrinum, vera ph.d-vegleiðarar, og Bjarni á Steig, yvirlækni, verður hjávegleiðari.
Førleikar
Fyri at verða settur í starv skal umsøkjarin hava kandidatútbúgving (ella tilsvarandi førleika) innan medisin, náttúruvísind ella heilsuvísind.
Tað er av stórum týdningi, at umsøkjarin hevur stóran áhuga í krabbameinsøkinum og í epidemiologiskari gransking. Vit leggja dent á, at umsøkjarin:
- hevur áhuga, hegni og/ella royndir innan hagfrøðiligar analysur
- dugir at planleggja og arbeiða sjálvstøðugt
- dugir væl at samstarva, samskifta, er nærlagdur og ágrýtin
- hevur góðan málkunnleika í føroyskum og enskum
- hevur teldukunnleika á brúkarastøði
- er fleksibul og tolir broytingar í arbeiðsuppgávum
Umsókn
Við umsóknini skal leggjast avrit av prógvum, CV og møgulig viðmæli. Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo.
Setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og Akademikarafelag Føroya.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreist er tann 7. mai 2018.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá Marini Strøm, marins@setur.fo og Mariu Skaalum Petersen, mariap@setur.fo lektarar á Deildini fyri Heilsuvísind og Sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Fleiri tíðindi
Nýggj teori um arvalag byggir á føroysk data
Fleiri tilburðir av illkynjaðum blóðsjúkum eru í Føroyum enn í øðrum londum. Serliga í...
Gransking í tarmbrunasjúkum
IBD er ein stytting fyri enska heitið Inflammatory Bowel Disease, ið er eitt felagsheiti...
Vegleiðing til Ættarbandsskránna
Saman við Talgildu Føroyum hava vit hava gjørt eitt filmsbrot við einari stuttari...