Um ílegugransking
Tíðarlinja
– frá traditiónsríkum íleguroyndum til genom-sekventeringar
Tær fyrstu genetisku royndirnar sóu dagsins ljós mitt í 1980’unum. Síðani eru nógv fleiri komnar aftrat. Genetiskir flísar (microarrays) eru samansettar av fleiri einstøkum royndum fyri fleiri hundrað túsund genvaritatiónum. Hesar ”traditiónellu” íleguroyndir og genetisku flísar fara helst framhaldandi at hava ein týðandi leiklut í nøkur ár framyvir.Tann fyrsti menniskjaligi arvastrongurin bleiv kortlagdur í 2004 við The Human Genome Project. Kostnaðurin endaði á 3 milliardum US-dollarum. Mett varð í 2010, at samlaða mongdin av DNA, sum pr. 2004 var sekventera globalt, nú var sekventera hvønn 16. minutt, takka verið nýggjari, sokallaðari, 2. generatións tøkni.
Síðani hevur tøknin flutt seg skjótt frameftir, og í 2012 er ein 3. generatión av tøkni royndarkoyrd. Roynt verður at fáa kostnaðin av genom-sekventeringum undir 1.000 US-dollarar og sekventerings-tíðina fyri eitt heilt genom niður á eitt korter.
Fleiri fyritøkur kappast um at koma við tí best nýtiligu tøknini. Ein av hættunum er nýtsla av einum tóli til støddar sum ein svávuldós, ið kann setast inn í USB-stikkð á einari farteldu. Tó kann tólið ikki sekventera eitt heilt genom. Kostnaðurin fyri meira óneyvar genom-kanningar, ið ofta verða brúktar av privatum útbjóðarum, er seinastu fimm árini fallin frá uml. 1.000 US-dollarum til 100 US-dollarar. Fyritøkan ‘23andme’ hevði í 2011 eitt tilboð til limir um eina partvísa genom-sekventering fyri 1.000 US-dollarar.
Ílegur og sjúkur
Genomið hjá menniskjum er samansett av DNA, sum er skipað í 46 kromosom, harav 23 eru frá hvørjum av okkara foreldrum.
Rætturin til ikki-vitan
Um læknin av tilvild hevur funnið út av onkrum, hevur hann ikki havt møguleika til at fáa sjúklingin at taka støðu til, um…
Privatlívs friðurin
Spurningurin um hvussu genomkanningar kunnu avbjóða virðingina fyri privatlívi hjá tí kannaða, er viðkomandi í…
Hvat er ein genomkanning
Genomkanningar eru kanningar, har tað verða útvegaðar dátur um stórar partar av arvamassanum, tað vil siga genomið…
Tíðarlinja
– frá traditiónsríkum íleguroyndum til genom-sekventeringar. Tær fyrstu genetisku royndirnar sóu dagsins ljós mitt í…
Dømi um genom-vitan
Vitanin, ið genom-royndir møguliga kunnu útvega, kann býtast upp í tveir bólkar av heilsuviðkomandi kunning, ið vísa…