Dátutrygd
Viðgerð av dátum
Ílegusavnið savnar persónsdátur við heimild í Ll. nr. 62 frá 17. juni 2005 um gransking í mannaílegum (Ílegulógin) Sbrt. § 3, stk. 1 er endamálið hjá Ílegusavninum at skipa, byggja upp og fyrisita Vevnaðarskránna, Diagnosuskránna og Ættarbandsskránna.
Dátuábyrgdari
Ílegusavnið er dátuáygdari og ger møguligar forkanningar og viðger umsóknir til at granska í upplýsingunum, sum liggja í skráunum.
Dátuviðgerð
Upplýsingarnar, sum vit varða av, kunnu nýtast til ílegugransking. Áðrenn ein granskingarverkætlan kann fara í gongd krevst:
- Góðkenning frá Vísindasisemisnevndini
- Fráboðan til Dátueftirlitið (hetta fellur burtur 1. januar 2021)
- Kliniskur ábyrdgahavi (Heilsustarvsfólk við løggilding, ið hevur tilknýti til tað føroyska heilsuverkið)
- Samtykki frá luttakara
Trygd
Granskarar skulu kenna og fylgja KT-trygdarpolitikkin og brúkaraleiðreglurnar hjá Ílegusavninum, skulu undirskriva brúkaraváttan og avtalu um dátuviðgerð við Ílegusavnið, áðrenn ein granskingarverkætlan fer í gongd.
Samband
Stjóri
Guðrið Andorsdóttir
gudrid@biobank.fo
591020
Dátuverndarfólk (DPO)
Hildigunn Thomsen
hildigunn@biobank.fo
304700